At hyggja at einum heimskorti er bæði at hyggja aftureftir og frameftir.

Keyp heimskortið her

Eitt heimskort er alt møguligt í senn. Tað er sum ein abbabeiggi, sum savnar okkum saman, meðan hann sigur frá søgu – tá hann fjakkaði heimin og sá tey sjey verðins undrini – um herferðirnar hjá Alexanduri tí stóra inn í Persia – um túrin hjá Sverra Patursson í Sibiria.

Eitt heimskort víðkar okkara sjónarring og gevur okkum eina rúmliga fatan.

Tað lærir okkum, hvørji lond eru grannalond.

Og hvar fuglarnir fara um heystið.

Her fara vit
í summar

Heimskortið vísir okkum bæði býir, vegir, jarnbreytir, flogvallar og fjallatindar. So fáa vit eitt stutt og greitt yvirlit yvir okkara næstu ferðir.

Hvat er klokkan,
har babba siglir?

Heimskortið vísir sjálvandi øll heimshøvini og allar heimspartarnar
– men eisini allar tíðarsonurnar, so vit kunnu fylgja við okkara nærmastu.

Hvat er Fílabeinsstrondin
fyri eitt land?

Harumframt lærir heimskortið okkum um fremmandalond. Har er millum annað at lesa um fólkatalið, hvør høvuðsstaðurin er, og hvat gjaldoyra tey brúka.

Heimurin er stórur

… men forvitnið er størri. Tað røkkur upp um Andesfjøllini og Alpurnar, ja upp um Himalaiafjøllini. Tað røkkur langt inn í regnskógin og for niður í havsins dýpi. Heimskortið vísir, hvar vit hava ferðast, og gevur okkum íblástur til, hvar næsta ferðin verður.

Bílegg heimskortið niðan fyri her, og má lukkan fylgja tær á tíni ferð –

Heimskort á plakat

kr 650 

Plakatin verður veitt sum rulla (í antin 110x80 cm ella 160x120 cm).

Heimskort á plátu

kr 1.600 

Verður veitt á plátu (í støddunum 136x100 cm ella 212x156 cm).

Ynskir tú heimskortið klistrað á veggin ella í aðrari stødd?

Send okkum ein fyrispurning.

Nøgdir kundar

“Heimskort. fo er bara mega kul!!!!”